ST-umboð í Demokratiska Lýðveldinum Kongo siga, at meiri enn 1.000 fólk eru deyð í bardøgum millum tveir ættarbólkar í landnyrðingspartinum av landinum.
Sambært ST var tað seinasta hósdag, at partarnir brustu saman. Bardagarnir vóru í økinum tætt upp at ugandiska markinum. ST hevur biðið Uganda hava eftirlit við økinum, og ein heryvirmaður í ugandiska herinum segði sunnudagin, at hermenn hansara hava funnið fleiri hundrað lík.
Sambært ST vóru tað fólk úr homa-ættarbólkinum, sum brustu saman við fólk úr lendu-ættarbólkinum. Hesir ættarbólkarnir búgva í Ituri-landspartinum, sum javnan verður plágaður av ófriði.