10 fólk dripin í yvirgangsálopi

Tíggju fólk eru deyð og tjúgu fólk hava fingið løstir eftir eitt yvirgangsálop á Ataturk flogvøllin í turkiska býnum Istanbul í kvøld. Tað upplýsir turkiski løgmálaráðharrin Bekir Bozdag fyri Reuters.


- Sambært teimum upplýsingum, ið eg havi fingið, so byrjaði ein yvirgangsmaður at skjóti við eini kalashnikov-maksinbyrsu við altjóða terminalin, áðrenn hann sprongdi seg sjálvan í luftina. Umleið tíggju fólk eru deyð og 20 hava fingið løstir, sigur Bekir Bozdag.


Enn hevur eingin tikið ábyrgd fyri álopið á flogvøllin, ið tekur móti 60 milliónum ferðafólkum um árið.


Talan er um seinasta álopið í eini røð av yvirgangsálopum í Turkaland síðsta hálva árið, har yvirgangsbólkar hava roynt at rakt ferðavinnuna í landinum.