10 morð í Føroyum síðani 2. heimsbardaga

Reint hagfrøðiliga, teljast Føroyar helst millum londini við lægsta talinum av drápsmálum. Sambært ársfrágreiðing landslæknans og dagføringum úr miðlunum, eru 10 drápsmál skrásett síðani annan heimsbardaga, harav tað fyrsta fór fram í 1967.

Sí yvirlitið yvir morð í Føroyum her

1. morðið

1967: 22 ára gamla Ann Alfredsen úr Noregi, búsitandi í Havn, verður skotin til deyðis av fyrrverandi unnusta sínum, ein 23 ára gamal føroyingur. Drápsorsøkin tykist at hava verið svartsjúka, og tók maðurin eisini lívið av sær sjálvum, umframt at lata eftir sær eitt skilnaðarbræv. Hendingin var lýst í sendingini »Ást fjalir lýti«, sum varð send í Kringvarpinum í 2017.

2. og 3. morðið

1970: Ein 24 ára gamal føroyingur stingur tvær ungar gentur og ein 30 ára gamlan mann, sum kom gentunum til hjálpar. Hendingin fór fram í Klaksvík, har onnur gentan og maðurin lótu lív.

4. morðið

1979: Ein grønlendingur verður stungin til deyðis av nøkrum unglingum uttan fyri TB-húsið á Tvøroyri eitt dansikvøld.

5. morðið

1984: Ein grønlendsk kvinna verður skotin og dripin av unnusta sínum uttan fyri húsini í Kollafirði. Maðurin var farin inn eftir eini byrsu meðan kvinnan sat í bilinum, og skeyt hana til deyðis, tá ið hann kom útaftur.

6. morðið

1988: Ein ungur maður á Tvøroyri skeyt unnustu sína við byrsu. Málið varð viðgjørt sum eitt sonevnt svartsjúkumorð.

7. morðið

2005: Ein sálarliga sjúkur maður setti eld í húsini, har hann búði í Sørvági. Bæði hann og mamma hansara doyðu, og varð skrásett sum víðkað sjálvmorð.

8. morðið

2011: Eftir fyrst at hava verið eftirlýstur í nakrar dagar, viðger løgreglan málið um Dánjal Petur Hansen, eisini nevndur Piddi, sum eitt drápsmál. Málið endar við, at unnustin hjá fyrrverandi konuni verður dømdur fyri morðið. Líkið verður ikki funnið, og ikki fyrr enn nøkur ár seinni verður beinagrindin funnin út fyri Ljósá.

9. morðið

2013: Ein 61 ára gamal maður doyr, eftir at hava fingið ein knív í bringuna. Løgreglan skuldsetti ein 68 ára gamlan mann fyri at hava dripið mannin, men málið endar við, at viðkomandi verður fríkendur fyri morð, men dømdur fyri harðskap av serliga grovum slag við deyða sum úrsliti.

10. morðið

2014: Ein 36 ára gamal maður varð funnin deyður í einum húsum í Hvalba. Drápsmaðurin hevði stungið ein sovandi mann fleiri ferðir í hálsin. Drápsmaðurin varð dømdur 13 ára fongsulsrevsing fyri morðið