Italska Italica Grondona hevur alla orsøk til at hátíðarhalda dagin - ikki bara sín 102 ára føðingardag, men eisini, at hon er vorðin frísk aftur av korona. - Vit hava givið henni navnið "Highlander - hin ódeyðiliga", sigur læknin, Vera Sicbaldi, sum viðgjørdi hina 102 ára gomlu á San Martino sjúkrahúsinum í Genoa í Italia.
Hetta sigur hon við CNN.
Eftir at hava ligið á sjúkrahúsinum í 20 dagar, er hin 102 ára gamla nú útskrivað. Søgan um elligomlu italsku kvinnuna ferðast nú bæði um Italia, har nógv fólk eru deyð av korona - og um heimin annars.
- Italica Grondona gevur eisini øðrum gomlum, sum kunnu fáa korona, eina vón, sigur læknin, Vera Sicbaldi.
Hin gamla varð løgd inn á sjúkrahús við hjartatrupulleikum, og tá royndir vórðu tiknar av henni, vísti tað seg, at hon eisini var fongd við korona. Miðalaldurin hjá teimum, sum eru deyð av korona í Italia, er annars 78 ár.
Heilsustarvsfólk eru so ovfarin av Italicu Grondonu, at tey nú eru farin at kanna hana gjølligari. - Vit tóku ymiskar royndir av henni. Hon er fyrsti sjúklingur, vit hava havt, sum eisini kann hava havt Sponskusjúku, tí hon er fødd longu í 1917, sigur Vera Sicbaldi við CNN.
Eisini italska sjúkrahúsið umrøður málið á sínari Facebook-síðu. - Vit eru errin av okkara úrslitum, sum eisini hava fingið umrøðu í CNN. Søgan gevur vónir og vísir effektivitetin í okkara arbeiði, skrivar sjúkrahúsið.
Politiski leiðarin í landslutinum í Italia, Giovanni Toti, hevur eisini lagt mynd út á sína Facebook-síðu, har hann ringir til hina 102 ára gomlu, eftir at tíðindini um, at hon hevði yvirlivað korona, gjørdust almenn.
- Eg vildi hoyra teg í telefonini, tí tú ert vorðin ein ímynd av vón hjá okkum øllum. Hetta er eisini eitt dømi um, hvussu øll verða viðgjørd - líkamikið, hvør aldurin er. Her verður eingin munur gjørdur. Hon takkaði mær við at siga, at hon hevði fingið góða viðgerð, skrivar politiski leiðarin á sínari Facebook-síðu.
Leygarkvøldið vórðu skrásett tilsamans 10.023 deyðsføll av korona í Italia, og hetta tal vaks nevniliga við 889 í eitt samdøgur. Samdøgrið undan doyðu stívliga 900 fólk í Italia av korona.
Talið av korona-smittaðum í Italia var leygardagin heili 92.472, og seinastu dagarnar er talið vaksið við nøkrum túsund hvørt samdøgur.