Ársfrágreiðingin fyri 2025 er í dag handað Løgtinginum.
Ársfrágreiðingin lýsir virksemið í farna ári, hvørjar klagur eru komnar inn, hvørji evni hava verið viðgjørd, og hvussu klagurnar eru viðgjørdar. Eisini eru frágreiðingar, sum vórðu lidnar í 2025 viðvíkjandi málum, sum umboðsmaðurin hevur tikið upp av egnum ávum.
Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 104 klagur í 2025. Av hesum klagunum vóru 93 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Harumframt vóru avgreiddar 23 klagur frá undanfarnum árum. Talið av klagum var eitt sindur lægri enn í 2024.
Av teimum 116 klagunum, sum vórðu avgreiddar í 2025, endaðu 26 við niðurstøðum í antin áliti ella skrivi.
Í 2025 lat umboðsmaðurin úr hondum frágreiðingar frá tveimum eftirlitsvitjanum og einari kanning av máli av egnum ávum.
Í ársfrágreiðingini eru eisini tvær greinar.
Tann eina er um vandar fyri mismuni í sambandi við talgilding av tænastum, og hin er um Barnarættindasáttmálan og lógarsmíð.
Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum, skrivar Løgtingsins umboðsmaður.
Frágreiðingin kann lesast her











