Tíðindaskriv:
Í ár fær Country Festivalurin ein serligan dám, tá ein av mest elskaðu føroysku bólkunum, Danny & the Veetos, trína á pall í Sørvági.
Atgongumerki fáast til sølu á www.country.fo
Danny & the Veetos hava altíð gjørt fólka-kendan popptónleik, sum natúrliga liggur tætt upp at country-heiminum. Nýggi tónleikurin, sum teir arbeiða við, flytur seg víðari í eina meira country-kenda kós, har amerikanskur roots-tónleikur og norðurlendskar kenslur renna saman í eina heita ljóðmynd, kryddað við steelguitar, banjo og viola.
Við sínum fangandi løgum, hjartanemandi tekstum og orkufullu pallframførslu, sum dregur áskoðararnar heilt inn í løtuna, verður hetta ikki bara ein konsert, men ein felags uppliving, fylt við tónleiki, gleði og løtum, sum sita eftir langt aftaná síðsta lagið er spælt. Vit síggjast á Country Festivalinum í Sørvági
"Country Festivalurin - Har Country hittini, hittast”











