Mánakvøldið gjørdi Arsenal sína skyldu við at vinna 1-0 á Burnley á Emirates leikvøllinum í London. Sigurin merkti, at teir vóru fimm stig frammanfyri Manchester City.
City kundi tó hála trý stig inn á Arsenal í kvøld, um teir vunnu á Bournemouth á útivølli. Men tað gjørdu teir ikki. Eli Junior Kroupi legði Bournemouth á odda seks minuttir undan steðginum, og tað var ikki fyrrenn langt inni í yvirtíðini, at Erling Braut Haaland javnaði fyri City. Men tað var ikki nóg mikið hjá City. Teir eru fýra stig aftanfyri Arsenal undan seinasta leikdegi, og tí kundu leikararnir hjá Arsenal, ið sóu dystin saman millum Bournemouth og Manchester City feira meistaraheitið, ið felagið hevur longst eftir í mong ár. Og talan var um ein ótrúligan gleðisrús.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2004, at Arsenal vinnur bestu mansdeildina í fótbólti. Teir hava tó vunnið meistaraheitið 14 ferðir í søgu felagsins.
City má bara finna ugga í, at teir vunnu báðar steypakappingarnar í hesum kappingarárinum.
Sunnudagin klokkan 16 spælir Arsenal seinasta dystin í hesum kappingarárinum á útivølli móti Crystal Palace, har teir fáa handað steypið.
Leygardagin 30. mai klokkan 17 skulu teir spæla finalu í Champions League á Puskas leikvøllinum í Budapest móti Paris Saint Germain. Arsenal hevur ongantíð vunnið Champions League, og teir kunnu tí fáa sítt besta kappingarár nakrantíð.
HER ber til frá SkySports at síggja løtuna aftaná leikararnir hjá Arsenal fingu staðfestingina, at teir eru enskir meistarar í fótbólti 2026:
##med2##











