Lars Løkke Rasmussen metir framvegis eina møguliga VLAK-stjórn vera eina royndarballón, sum ikki kann flúgva. Men hann vil gjarna síggja eina stjórn um miðjuna gerast veruleiki. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Løkke: Troels Lund hevur framvegis tíð at skipa stjórn um miðjuna

Formaðurin hjá Moderatunum heitir á samráðingarleiðaran um at venda aftur til tankar um eina stjórn um miðjuna.

Lars Løkke Rasmussen metir framvegis eina møguliga VLAK-stjórn vera eina royndarballón, sum ikki kann flúgva. Men hann vil gjarna síggja eina stjórn um miðjuna gerast veruleiki. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Trýstið á pílin fyri at hoyra samrøðu við Lars Løkke Rasmussen

Formaðurin í Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, heldur framvegis, at tað kann eydnast samráðingarleiðaranum Troels Lund Poulsen at skipa stjórn.

Tað nýtist bara ikki at vera bláa VLAK-stjórnin, sum formaðurin í Vinstra legði upp til í dag, men í staðin miðstjórn, sum Lars Løkke Rasmussen vil hava Troels Lund Poulsen at skipa.

– Við teimum ovurstóru flytingunum, sum Vinstra hevur gjørt, halda vit faktiskt, at allir møguleikar eru fyri, at hetta grundarlagið, sum teir eru farnir at draga, faktiskt eisini kundi røkka tvørtur um miðjuna.

– Tað er mandatið, vit hava givið Troels Lund Poulsen, og freistin er ikki úti enn. Og so er tað upp til hann at rokna út, hvussu hann vil handfara tað hiðani, sigur Lars Løkke Rasmussen í kvøld.

Orðini koma eftir fund millum hann og Troels Lund Poulsen á Hotel Scandic Spectrum í Keypmannahavn.

Troels Lund Poulsen fekk 14 dagar at skipa stjórn, og enn eru nakrir dagar eftir.

Lars Løkke Rasmussen "vil viðurkenna, at Vinstri hevur flutt seg dramatiskt á eina røð av tingum, sum teir fóru á val uppá".

Hann vísir á, at Vinstri seinastu tíðina hevur broytt støðu í stóran mun, í mun til hvat flokkurin ynskti at gera politiskt undan fólkatingsvalinum 24. mars.

Í síðstu viku boðaði Troels Lund Poulsen frá, at Vinstri nú er fyri at seta landsdekkandi sproytuforboð fyri at tryggja reint drekkivatn.

Fyrr í dag boðaði formaðurin í Vinstra frá, at flokkurin hóast alt ikki fer at skerja menningarhjálpina úr 0,7 prosentum niður í 0,5 prosent av bruttotjóðarinntøkuni.

Samstundis setur Vinstri ikki longur ultimatum um, at Danmark skal fara úr borgararættindasáttmálanum í ár, um hann ikki kann broytast "innanífrá".

Ein møgulig VLAK-stjórn ljóðar ikki sum nakað, sum Lars Løkke Rasmussen væntar at fáast við víðari eftir fundin við Troels Lund Poulsen.

– Í morgun søgdu vit, at vit meta tað vera eina royndarballón, sum nokk ikki kann flúgva.

– Tað er framvegis mín meting, tað sær torført út, sigur formaðurin hjá Moderatunum.

Troels Lund Poulsen hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til fundin við Lars Løkke Rasmussen.

 

/Ritzau/

 

Lars Løkke Rasmussen metir framvegis eina møguliga VLAK-stjórn vera eina royndarballón, sum ikki kann flúgva. Men hann vil gjarna síggja eina stjórn um miðjuna gerast veruleiki. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix