11 oksar í tyrlu

Bóndin í Koltri Bjørn Patursson hevur gjørt beiti til ungneyt av slagnum Scottish Highland Cattle í 478 metra hædd. Leygardagin flutti tyrlan hjá Atlantic Airways 11 ungneyt upp í hæddirnar, og hetta eitt sindur øðrvísi arbeiði eydnaðist sera væl. Bjørn Patursson sigur, at tey høvdu fyrireika seg væl, millum annað gjørdu tey eina roynd í fjør. Hann er sannførdur um, at neyvu fyrireikingar eru orsøk til, at alt eydnaðist so væl. Hann sigur, at hetta verður gjørt aftur.
Scottish Highland Cattle eru fjallaneyt, av tí gamla skotska slagnum, hetta eru sera harðfør neyt, sum ikki kreja nógva røkt. Neytaslagið er ein rein rasa, sum er beinleiðis ættað frá evropeiska uroksanum. Neytini hava varðveitt teir náttúrligu eginleikarnar. Neytini vaksa ikki líka skjótt, sum onkur onnur neytasløg, men kjøti er sera gott. Saman við seyðahaldi eru neytini eitt bein at standa á fyri garðin í Koltri. Bóndin slakter umleið 10 neyt um árið.
Sambært Bjørn Patursson, siga skotar, at Scottish Highland Cattle eigur lívið í teimum. Neytaslagið verður nú flutt úr aftur Skotlandi og inn á meginlandið, har uroksaslagið er útdeytt.
Bjørn Patursson hevur gjørt høga beitið, fyri at geva neytunum rætta smakkin av fjallalendi. Tey skulu tí ganga har uppi í summar.
Oksakjøtið er at rokna sum forkunnugt og ein verulig delikatessa. Bóndahjúnini hava havt neyt av hesum slagi síðan 1999. Tey fyrstu árini er alt kjøtið selt til Glasstovuna á Hotel Føroyum. Men nú er eisini møguleiki at keypa sær kjøt, við at venda sær til bóndan ella við at fara inn á heimasíðuna: www.koltur.com