115 fleiri næmingar í serligum skúlatilboðum

Talið av fólkaskúlanæmingum í serflokkum og Skúlanum á Trøðni er vaksið úr 229 í 2021 upp í umleið 344 í ár. Samstundis eru útreiðslurnar hækkaðar munandi.

Í 2026 ganga umleið 275 næmingar í serflokkum kring landið. Harumframt ganga 69 næmingar í Skúlanum á Trøðni.

 

Tilsamans fáa sostatt umleið 344 næmingar undirvísing í hesum serligu skúlatilboðunum.

 

Hetta eru 115 fleiri enn í 2021, tá 175 næmingar gingu í serflokkum og 54 í Skúlanum á Trøðni. Vøksturin er sostatt góð 50 prosent eftir fimm árum.

 

Tað upplýsir Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í einum skrivligum svari til Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.

 

Útreiðslurnar vaksnar nógv

 

Kostnaðurin hjá landinum til serflokkar verður í ár mettur til 57 milliónir krónur. Verður hædd tikin fyri lønarhækkingum, svarar hetta til umleið 51 millión krónur. Tað eru 19 milliónir krónur meira enn í 2021, tá kostnaðurin var 32 milliónir.

 

Harumframt er játtanin til Skúlan á Trøðni 25,6 milliónir krónur í ár. Í 2021 var hon 16,3 milliónir.

 

Mentamálaráðið hevur ikki tøl fyri ítøkiliga kostnaðin, sum kommunurnar hava av skipanunum.

 

Eisini starvsfólkatalið er vaksið. Í 2026 eru mett umleið 102 ársverk í serflokkunum, samanborið við 64 ársverk í 2021. Tað er ein øking upp á 38 ársverk.

 

Eingin kanning av úrslitunum

 

Hóast útreiðslurnar eru hækkaðar, eru ongar serligar kanningar gjørdar av úrslitunum av sertilboðunum. Tí ber sambært landsstýrismanninum ikki til at staðfesta, hvørja beinleiðis ávirkan tær hækkaðu útreiðslurnar hava havt.

 

Undirvísingarstýrið metir tó, at tilboðini hava havt týdning fyri fleiri børn. Hetta er millum annað galdandi fyri børn í mistrivnaði, børn við álvarsligari ella drúgvari skúlafráveru og børn, sum hava serligan tørv á sernámsfrøðiligum stuðli.

 

Sambært svarinum hava sertilboðini í fleiri førum givið hesum næmingum neyðugar og tryggar karmar, tá vanligi skúlin ikki hevur megnað at veita eitt nøktandi tilboð.