info
Ongi úrslit

Løgreglan ávarar: Svindlari ringir til eldri fólk

Ein persónur, sum tosar danskt og sigur seg vera løgreglumann, ringir í løtuni til fólk í Føroyum. Endamálið er eftir øllum at døma at fáa fólk at flyta stórar peningaupphæddir.

Eirikur Lindenskov
9. september 2026 kl. 12:17

Løgreglan ávarar um eina nýggja og sera álvarsama roynd at svika, sum serliga tykist vera vend móti eldri fólki.

Persónurin, sum ringir, tosar danskt og gevur seg út fyri at vera løgreglumaður. Hann sigur seg hava innlit í kontur og peningaflytingar hjá viðkomandi. Fleiri av kontuupplýsingunum, sum hann nevnir, eru eftir øllum at døma rættar, og tí kann frágreiðingin ljóða álítandi.

Svindlarin kann millum annað siga, at onkur er í ferð við at stovna eitt lán í navninum hjá tí, sum verður uppringdur. Samstundis heitir hann á viðkomandi um ikki at sperra kontuna.

Síðani roynir hann at fáa fólk at flyta pengar fyri at forða fyri, at kontoin verður misnýtt, ella at lán verður tikið í teirra navni. Talan kann vera um upphæddir á fleiri tíggjutúsund krónur.

Tey fólkini, sum løgreglan higartil hevur tosað við, hava tíbetur ikki latið seg lumpað. Men vandi er fyri, at svindlarin heldur fram at ringja til onnur.

Løgreglan hevur varhugan av, at svindlararnir kunnu arbeiða seg skipað ígjøgnum eitt navnayvirlit. Tvær kvinnur, sum eru ringdar upp, hava nøvn, ið byrja við sama bókstavi.

Líknandi svik er kent úr Danmark. Har hava fólk í summum førum mist sera stórar upphæddir – eisini arv og milliónaupphæddir.

Løgreglan leggur dent á, at fólk ongantíð skulu flyta pengar eftir boðum frá einum ókendum persóni í telefonini. Er minsti ivi, eigur samrøðan at verða slitin, og ringjast skal beinleiðis til løgregluna ella peningastovnin umvegis almenna telefonnummarið.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24 tímar síðan

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

17 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

14 minuttir síðan
Tíðindi

Bústaðar­felag til 44 leigu­íbúðir: Fýra at­kvøddu ímóti nevndar­vali

43 minuttir síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

1 tími síðan
Tíðindi

14 grundstykki tøk í Skop­un – prís­ir frá 176.400 krónum

1 tími síðan
Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

3 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

4 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

5 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

5 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

7 tímar síðan