12 dripin í París, yvir 20 særd

Vápnaðir menn byrjaðu at skjóta inni í hølunum hjá fronsku avísini Charlie Hebdo.

Alvápnaðir menn lupu í morgun á hølini hjá franska blaðnum Charlie Hebdo. Minst tveir menn komu inn á blaðstjórnina og byrjaðu at skjóta við automatvápnum. 12 eru deyð av skotløstunum, har av tvey eru løgreglufólk, umframt at eini 20 fólk eru løstaði, har av fýra eru illa løstaði, sambært Le Monde.

 

Álopið var framt, meðan blaðstjórnin hevði fasta vikuliga fundin. Eitt starvsfólk hjá Charlie Hebdo greiðir frá, at tað einans er mikumorgun, at nógv fólk er á blaðnum, orsaka av hesum fundinum. Annars plaga fólk at arbeiða heimanífrá. Meginparturin av teimum deyðu eru fólk úr blaðstjórnini.

 

Hetta er blóðigasta álop í søgu Fraklands síðani 1835 og franski forsetin Francois Hollande hevur skýrt hetta eitt blóðugt yvirgangsálop.

 

Sambært vitnum róptu yvirgangsmennininir Allah Akbar, Gud er stórur, meðan teir skutu.  Onnur vitni greiddu løgregluni frá, at menninir róptu, at teir hevndu teirra profet. 

 

Avísin Charlie Hebdo er hótt fleiri ferðir fyrr. Blaðið hevur ein ágangandi og speirekandi tóna, og hevur seinastu árini serliga funnist at islam. Charlie Hebdo var millum annað eitt av bløðunum, ið prentaði tær víðagitnu Muhammed-tekningarnar, sum fyrst vóru prentaðar í Jyllands-Posten. Í hesum sambandi varð eldur settur á blaðstjórnarskrivstovuna.