Nú nærkast tíðin, at summarlegurnar byrja. Heimamissiónin skipar í summar fyri 12 legum: Ein smábarnalega, sjey barnalegur, tvær juniorlegur, ein ungdómslega og ein familjulega. Tvær legur eru við at vera fullteknaðar, men enn eru pláss á hinum legunum. Nú er eisini eitt sjónbandalag við legusanginum gjørt.
Tað størsta tiltakið hjá Heimamissiónini eru summarlegurnar, og nú nærkast tíðin, at tær fara at byrja. Fyrstu legurnar byrja 25. juni, og tær halda á til 12. august.
Í løtuni hava 421 børn og juniorar tekna seg á legu. Hetta talið svarar á leið til tilmeldingina somu tíð í fjør. Av tekningunum, ið eru komnar higartil, sæst eisini, at tað eru nógv fleiri gentur teknaðar á legu í mun til dreingir.
Sum nakað nýtt í ár, verður skipað fyri eini smábarnalegu. Hetta er ein lega fyri børnum frá trimum árum og til 1. flokk saman við ommum og/ella abbum. Legan verður 30. juni og 1. juli.
? Hetta er eitt nýtt tiltak, og fólk skulu óivað venja seg við tað. Higartil eru bert nakar fáar tilmeldingar eru komnar. Men vónandi fara fleiri at koma, nú tíðin til legurnar nærkast, sigur Marjon Poulsen, barnaráðgevi.
Til ber at tekna seg á www.mission.fo og tekningarfreistin til barna- og juniorlegurnar er 15. juni.
Umframt smábarnaleguna, verða sjey barnalegur. Ein verður í Sørvági, ein í Porkeri og hinar fimm verða í Nesvík.
Tvær legur eru við at vera fullteknaðar. Tað er lega 2, sum er fyri 2.-3. flokk, og lega 3, sum er fyri 4.-5. flokk.
Pláss er tó á hinum legunum.
Eisini verða tvær juniorlegur. Hesar eru fyri børnum í 5.-7. flokki.
? Juniorarnir tosa ofta saman fyrst fyri at vita, hvør fer á legu ella ikki, og so koma ofta fleiri tilmeldingar í senn, men eg vil heita á øll, sum ætla sær á legu, um at skunda sær at tekna seg, sigur Marjon.
Endamálið við legunum er fyrst og fremst at siga børnum, juniorum og ungum um Jesus, og tað verður gjørt gjøgnum bíbliutímar, frásagnir, andaktir og góðan felagsskap.
? Harafturat vilja vit, at luttakararnir fáa eina góða og trygga heildaruppliving á legunum og kunnu siga frá, at tey høvdu tað gott, fingu góðan mat, kendu seg væl og koma at kenna nýggjar vinir og framum alt hoyrdu um Jesus og lærdu hann betur at kenna, sigur Marjon Poulsen.
Evnið á barna- og jouniorlegunum í summar, er: ?Komið og síggið saman við Jóhannesi?. Tað verða fimm bíbliutímar, har heitini eru: ?Fylg mær?, ?Síggið, hvat hendir?, ?Lurtið eftir mær?, ?Frá Golgata? og ?Fortel tað víðari?.
Bíbliutímarnir verða fyrrapartin, og so er ætlanin, at seinnapartin kemur onkur á vitjan og sigur frá sínum egnu royndum av tí, sum bíbliutímin var um.
Eins og í fjør, er gjørdur ein nýggjur legusangur. Aftur í ár eru tað tær báðar Lív Johannesen úr Lamba og Sólfríð Johannesen úr Sandavági, sum hava gjørt orð og lag. Sangurin er at hoyra á heimasíðuni www.mission.fo, og tað er tær báðar, sum syngja, meðan Bjartur Johannesen spælir undir.
Marjon Poulsen sigur, at sangurin er sera góður.
? Ja, hann er bæði ?kul? og ?feitur?, sigur hon og mælir øllum at fara inn á heimasíðuna og lurta eftir sanginum.
Frá 8. til 12. august verður ein ungdómslega í Nesvík, hon er ætlað 8.-10. flokki.
Jákup Justinussen, ungdómsráðgevi, sigur, at nakrar tilmeldingar eru longu komnar.
Fyrr hevur verið lýst við tveimum ungdómslegum, men í fjør var áhugin ikki so stórur, so bert onnur legan varð hildin. Í ár er so bert ein ungdómslega á skránni.
Mynd:
Í fjør vóru umleið túsund børn, juniorar, ung og onnur á summarlegu hjá Heimamissiónini.