120 fallin í Sýrialandi

Almenna sjónvarpið í Sýrialandi sigur, at 120 fólk eru deyð í ófriði í býnum Jisr al-Shughour, sum er í útnyrðingspartinum av landinum. Fyrr hevur sjónvarpið sagt, at 80 løgreglumenn vóru falnir í býnum, og at fýra fólk vóru deyð av einari bumbuspreinging á einum posthúsi. Men nú sigur sjónvarpið, at 82 løgreglumenn eru falnir í bardaga við vápnaðar menn, og at 38 onnur hava latið lív í bardøgunum.

Fólk, sum eru ímóti stýrinum í Damaskus, siga, at tíðindini í sjónvarpinum eru ikki bein. Sambært mótmælisfólkinum er tann rætta frágreiðingin, at ein partur av løgregluni gjørdi uppreistur.

-Eg rokni við, at fleiri løgreglumenn eru avrættaðir, tí teir hava sýtt fyri at skjóta eftir mótmælisfólki, sigur ein umboðsmaður fyri mótmælisfólkið.