Alt bendir á, at umleið 130 flóttafólk, sum vóru á veg úr Myanmar til Malaysia í einum báti, eru druknað úti fyri strondini í Bangladesh.
Sambært einum talsmanni fyri løgregluna royndu fólkini at flýggja undan harðskapinum, sum hevur herjað Myanmar-landspartin Rakhine í seinastuni. Har hava harðir samanbrestir verið millum buddhistar og muslimar. Fleiri hava latið lív, og ST sigur, at umleið 25.000 eru flýdd frá húsi og heimi.
Myndugleikarnir í Bangladesh siga, at teir hava bjargað seks fólkum, sum vóru í bátinum. Teirra millum er ein 24 ára gamal maður, men hann dugir ikki at siga, hvat hendi hinum umleið 130.
-Hann hevur greitt frá, at tað var myrkt, tá báturin fórst, og hann veit ikki, hvat hendi hinum, sigur ein talsmaður fyri myndugleikarnar í Bangla Desh við fronsku tíðindastovuna AFP.