1350 tons av svartkjafti til matna

Um 13-tíðina í dag kom Tróndur í Gøtu á Tvøroyri við 1350 tonsum av svartkjafti til matna.

Um 13-tíðina í dag kom Tróndur í Gøtu á Tvøroyri við 1350 tonsum av svartkjafti.

 

Teir byrjaðu túr leygardagin, og veiðan er fingin eftir trimum døgum.

 

Tað er Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum fer at pakka og frysta svartkjaftin hjá Tróndi í Gøtu til matna.

 

Hetta veit Varðin í Gøtu at siga í dag, og tað er eisini reiðaríið, sum eigur viðheftu mynd.