14 milliónir iranar vilja ofra lívið fyri landið

- Eg eri eisini til reiðar og eg verið altíð til reiðar at ofta mítt lív fyri Iran, skrivar iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, á X, fyrrverandi Twitter, í dag

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, avmyndaður í september í fjør

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, sigur, at 14 milliónir iranar - íroknað hann sjálvur - hava meldað seg sjálvboðin at ofra lívið fyri Iran.

 

- Fleiri enn 14 milliónir iranar hava higartil sagt seg vera til reiðar at ofra lívið fyri at verja Iran. Eg eri eisini til reiðar og eg verið altíð til reiðar at ofta mítt lív fyri landið.

 

Hetta skrivar iranski forsetin á X, fyrrverandi Twitter í dag.

 

Talið av sjálvbodnum er tvífalt so stórt, sum almennar miðlar í Iran áður hava nevnt, og sum myndugleikarnir hava víst á, síðan USA og Ísrael lupu á Iran.

 

Myndugleikarnir í Iran hava eisini eggjað ungum iranum til at gera manngarð um orkuverkini í Iran fyri at verja tey móti álopum.

 

Hesar útsagnir úr Iran koma stutt fyri, at freistin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett Iran fyri at lata Hormussundið uppaftur, gongur út.

 

Letur Iran ikki sundið uppaftur, hevur amerikanski forsetin hótt við at bumba bæði orkuverk og brýr í Iran. Hann hevur enntá hótt við at bumba Iran aftur í steinøldina.

 

Verdens Gang skrivar, at Iran hevur stívliga 90 milliónir íbúgvar.

 

Lesið eisini - Iran kann framleiða primitivar kjarnorkubumbur

 

https://www.in.fo/news-detail/iran-kann-framleida-primitivar-kjarnorkubumbur

 

 

 

 

 

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, avmyndaður í september í fjør