Hava nú gjøgnumgingið samgonguskjalið

Samgonguskjalið skal verða liðugt í dag, so verður farið undir málsøkjabýtið

Tað sigur Beinir Johannesen, samráðingarleiðarr.

– Vit fara at gjøgnumganga tað saman við flokkunum í dag. Øll hava ikki verið við til allar smálutirnar í samgonguskjalinum, so tað vara vit at gjøgnumganga í dag, segði Beinir Johannesen við in.fo í morgun.

Við Kringvarpið á middegi segði hann, at tey nú eru liðug við at gjøgnumganga samgonguskjalið, og at onkrar smáar tillagingar hava verið gjørdar, sum nú verða førdar inn í samgonguskjalið, sum skal verða liðugt í dag.

Men einki fæst at vita um, hvat stendur í samgonguskjalinum.

Eftir at fáa upp á pláss er málsøkjabýtið og býtið at landsstýrissessum.

Tað verður mett sannlíkt, at nýggja samgongan fer at halda seg til tilmælið frá nýskapanarnevndini, sum mælti til seks aðalráð. Men Beinir Johannesen hevur sagt, at tað er ikki vist, at talan verður um seks aðalráð.

– Tað kann vera eitt færri ella eitt fleiri, hevur hann sagt nakrar ferðir.

Tað er stórur munur á flokkunum, Fólkaflokkurin hevur 9 tingfólk, Sambandsflokkurin 7 og Javnaðarflokkurin 6. Men eitt hugsað býtið er kortini tveir landsstýrissessir í part og so verða tað uppvigað við málsøkjabýtinum.

Men tað er eisini ein møguleiki, at Fólkaflokkurin fær tríggjar landsstýrissessir, sum so fer at telja 7 fólk. Men tað er tað Fólkaflokkurin, sum leggur upp til eina meirnýtslu til landsstýrið, sum ikki er í tráð við tað, sum sitandi løgmaður hevur gjørt av við at skerja aðalráðini úr 9 niður í 6.

Eitt boð er, at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum verður tingformaður, tí tað er ikki vanligt, at løgmansflokkurin hevur tingformannin – og at Sambandsflokkurin er næststørsti flokkur í samgonguni.