Bókaframløga: Nýggj bók um Ludda og Lundisu

Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda, eitur nýggja myndabókin, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað, og Delia Ciccarelli hevur myndprýtt

Leygardagin 11. apríl kl. 14 skipar Bókadeildin fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn á Býarbókasavninum í Havn.

 

Bókadeildin skrivar, at Luddi og Lundisa finna eina rúgvu av tómum holum í lundalandi. So fáa tey eitt ordiliga gott hugskot.

„Kom og spæl krógva og blunda," sigur Lundisa.

„Ja, lunda-krógva og blunda!" sigur Luddi.

 

Hetta er fimta bókin um fittu lundapisurnar í Mykinesi.

 

Vár Berghamar Jacobsen er leiklistafrøðingur, sjónleikari og rithøvundur úr Tórshavn. Vit kenna hana m.a. frá jólakalendarum í KVF og Likkulikkuleia.

Vár hevur eisini skrivað leikritið til Jól í Grannalagnum, sum varð sent sum jólakalendari í útvarpinum í 2007, og í 2025 var leikurin vístur sum sangleikur.

 

Luddi og Lundisa byrjaðu sum ein barnaleikur í 2018, og síðan eru fimm myndabøkur um lundapisurnar komnar út, sum italska listakvinnan Delia Ciccarelli hevur myndprýtt.

 

Bókaframløga skrá: 

-  Barnakórið Nova 2 og 3 frá Musikkskúlanum í Havn framførir nakrar sangir

-  Rithøvundurin, Vár Berghamar Jacobsen, lesur søguna

-  Drekkamunnur og bókin verður til sølu fyri serprís

 

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.