Í løtuni fiska fimm frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og trý fiska í føroyskum sjógvi.
- Eitt frystilínuskip fiskar í Eysturgrønlandi, og eitt er á veg yvir á Flemish Kap.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at okkurt frystilínuskip kemur inn at landa í vikuni.
- Ísfiskalínuskipið fiskar norðanfyri og kemur væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður alla vikuna.
- Veðrið verður skiftandi, men vit vænta, at nakað verður av útróðri, verður lagt aftrat.











