- Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap, og fleiri av skipunum koma inn at landa í hesi vikuni.
Hetta vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á Íslandsrygginum, og tríggir eru á djúpum vatni og fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk.
Av teimum smáu trolbátunum, er bert ein til fiskiskap í løtuni. Teir koma inn at landa síðst í hesi vikuni.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap.
Lagt verður aftrat, at bæði garnaskipini koma inn at landa fyrst í hesi vikuni.











