Iranska oyggin Kharg, sum hevur fleiri oljuverk, er rakt av fleiri álopum.
Tað skrivar iranska tíðindastovan Mehr sambært Reuters í dag.
Kharg Island er ein avgerandi miðdepil fyri oljuútflutning út fyri iransku strondini.
Í oynni er eitt netverk av bryggjum, oljutangum, leiðingum og øðrum undirstøðukervi, sum verður brúkt í sambandi við sendingina av meginpartinum av oljuni í Iran.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hótt við at oyðileggja oynna. Í mars mánaði framdi USA álop á Kharg.
Fráboðanirnar koma í eini sera spentari tíð í áhaldandi stríðnum millum Ísrael og USA øðrumegin og Iran hinumegin.
Trump hevur kravt, at Hormuzsundið verður latið upp klokkan 1:00 í nátt okkara tíð - annars verður Iran rakt av umfatandi álopum á virki og brýr.
Umleið samstundis sum fráboðanir um spreingingar á Kharg-oynni sigur ísraelski herurin, at hann hevur framt fleiri álop á iranska undirstøðukervið.
Samstundis sigur kollveltingarverjan í Iran, at um USA fer yvir um "reyðu linjurnar" hjá Iran, so fer reaktiónin at raka meira enn bara økið.
Víðgongdi ófriðurin í Miðeystri hevur elvt til hækkandi olju- og gassprísir, tí nógv skip halda seg frá at sigla gjøgnum Hormuzsundið, sum hevur stóran týdning fyri heimshandilin.
/Ritzau/











