Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. mars 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt undir Gráasteini, matr. nr. 1094c og 1094d, Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa økið við íbúðarbygging í 2-3 hæddum, umframt fríøki og felags hentleikar til íbúgvar í økinum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 7. apríl 2026 til 19. mai 2026.
Tórshavnar býráð skrivar, at møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 19. mai 2026.
##med2##











