Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, veittrar til myndafólk, tá hann fer í flogfarið, sum skal flúgva hann til Budapest í dag

Vance vitjar Ungarn fáar dagar fyri forsetaval

Amerikanski varaforsetin fer at halda eina røðu á einum valtiltaki fyri sitandi forsætisráðharra landsins, Viktor Orban, sum annars ikki er serliga væl lýddur í ES

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, veittrar til myndafólk, tá hann fer í flogfarið, sum skal flúgva hann til Budapest í dag

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, hevur sett kósina móti Ungarn, og hetta hendir fáar dagar fyri valið, har lagnan hjá forsætisráðharra landsins, Viktor Orbans, skal standa sína roynd.

 

- Bæði amerikanski forsetin, Donald Trump og varaforseti landsins, J.D. Vance, hava víst sín stuðul til forsætisráðharran í Ungarn, skrivar Verdens Gang. 

 

J.D. Vance skal eisini halda eina røðu á einum valtiltaki fyri sitandi forsætisráðharra landsins, Viktor Orban, sum annars ikki er serliga væl lýddur í ES.

 

Sambært Hvítu Húsunum fer røðan hjá varaforsetanum at snúgva seg um samstarvið millum USA og Ungarn, og fyri røðu sína fer J.D. Vance eisini at hava ein tíðindafund.

 

Meiningakanningar í Ungarn hava í fleiri mánaðir víst, at Viktor Orbans, sum hevur verið forsætisráðharri landsins síðan 2010, kann tapa valið, sum verður sunnudagin.

 

Viktor Orbans var eisini forsætisráðharri í Ungarn árini 1998 til 2002.

 

 

 

 

 

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, veittrar til myndafólk, tá hann fer í flogfarið, sum skal flúgva hann til Budapest í dag