Stórur áhugi fyri útjaðarasamfeløgum sum Vági

- 5.961 umsøkjarar ynsktu at koma til Vágs eftir skipanini, Arctic Digital Nomads Grant, sum bjóðar fólki møguleikan at flyta til eitt útjaðarasamfelag í ein til tríggjar mánaðar

 

- Mikukvøldið lukkaði umsóknarblaðið til stuðulsmøguleikan, Arctic Digital Nomads Grant. 14.846 umsóknir komu inn, harav 5.961 ynskja at koma til Vágs og 4.429 hava ikki valt ein avísan stað.

 

Hetta vita tey í Vágs kommunu at siga í dag.

 

- Aftur í ár hevur Vágs kommuna bjóðað fólki, sum arbeiða ella kunnu arbeiða fjararbeiði - tey, sum á enskum verða kallað digitalir nomadar - møguleika at flyta til Vágs, Geirangerfjørðin í Noregi og Þingeyri í Íslandi.

 

Sagt verður, at í ár var undirtøkan met høg.

 

- Heili 14.846 umsóknir komu inn og fevndu hesar um tilsamans 20.461 fólk, harav 807 vóru børn.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at Arctic Digital Nomads Grant bjóðar fólki møguleikan at flyta til eitt útjaðarasamfelag í ein til tríggjar mánaðar.

 

- Hesa tíðina kunnu fólk útinna sítt vanliga arbeiði, bara sum fjararbeiði, meðan tey uppliva tað, sum hesi útjaðarasamfeløg hava at bjóða - fólk, mentan, upplivingar, náttúru - ja gerandisdagin.

 

Í Vági siga tey seg vera ómetaliga stolt av verkætlanini, og undirtøkan er nógv størri, enn tey nakrantíð tordu at droyma um.

 

##med2##

 

- Vit hildu at verkætlanin var stór í fjør, tá stívliga 700 umsóknir komu inn til nøkur fáa pláss á hvørjum staði. At tað so í ár komu næstan 15.000 umsóknir, er ikki heilt til at skilja.

 

Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari hjá Vágs kommunu, heldur, at hetta vísir, at tað er eitt stórt potentiali í hesum útjaðarasamfeløgum. 

 

Nú fara starvsfólk hjá Vágs kommumu at velja umsøkjarar úr rúgvuni, sum so fáa møguleikan at flyta til Vágs í ein til tríggjar mánaðar. 5.961 av umsøkjarunum ynsktu at koma til Vágs.

 

Arctic Digital Nomads Grant er stuðlað av NORA, og samstarvspartarnir eru Vágs kommuna, Samfélagsmiðstøðin á Þingeyri (Ísland) og Geirangerfjord World Heritage Foundation (Noreg).

 

Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari