Tað mangla 152,7 milliónir krónur í at gera nýggja H-bygningin lidnan.
Tingfundur verður í dag klokkan klokkan 11, har hetta málið er á skránni.
Løgtingið fer eisini at atkvøða um skrivligan fyrispurning nr. S-1/2019 til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi útisiglarum og inngjaldi til Heilsutrygd.
Harumframt er á skránni løgtingsmál nr. 49/2019, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti og 1. viðgerð av løgtingsmáli nr. 51/2019, sum er uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum.