Tað vóru 168.000 skrásettar gistinætur á gistingarhúsum í 2019. Tað eru 16.500 ella 11% fleiri enn fyrra ár, sigur Hagstovan í dag.
Hetta er størsti vøkstur, síðani byrjað varð at skráseta gistingar fyri sjey árum síðani.
Støðugur vøkstur hevur verið í talið á gistingum og innskrivingum seinastu árini. Kortini er vøksturin frá fyrraárinum til í fjør lutfalsliga stórur, sigur Hagstovan og vísir á, at tað er serliga tíðliga um summarið og um heystið, at stórur vøkstur hevur verið at sæð.
##med2##
Flestu gistinæturnar eru til danskarar, sum eiga 50.000 av teimum 168.000 gistinætunum. Føroyingar eru eisini raskir at gista í egnum landi, tí næst størsti parturin av gistingunum eru til føroyingar - 30.000 gistinætur. Noreg eigur triðflestar gistarar í Føroyum við 12.500 gistinætum, og Evropa annars er á fjórða plássi við 10.500 gistinætum.
Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum eru býttar eftir endamáli við ferðini. Hagstovan hevur bólkað gistingarnar í tveir bólkar: frítíðarferðir og starvsferðir.
##med3##
Tølini hjá Hagstovuni vísa, at bæði í fjør og fyrraárið vóru 42 prosent av teimum ferðandi í Føroyum í arbeiðsørindum, meðan 58 prosent vóru á frítíðarferð. Hjá føroyingum eru hesi tølini 60 ávíkavist 60 prosent og 40 prosent.
Hagstovan ger greitt, at tølini umfata bert innskrivingar og gistingar á gistingarhúsum. Kampingvognar, ból & biti og tílíkar gistingar telja sostatt ikki við, eins og gistingar umvegis AirBnB eru heldur ikki taldar við.