Um 10 tíðina henda vakra sunnumorgun hittust nøkur ferðabúgvin fólk omanvert fótbóltsvøllin í Fuglafirði, við tí ætlan at ganga upp um Háls og niður í Góðadal.
Saman við bygarfólkunum vóru nøkur úr Havn og Lamba. Gamla rásin, sum byrjaði á Trønni, er nú burtur, ístaðin er asfalteraður bilvegur, og tvørtur um rásina stendur í dag ítróttarhúsið. Fleiri hús eru bygd í Fløtugerði, soleiðis, at í dag er gøtan veruleiki frá skúlabrunninum við bygdarstikið. Meðan gingið varð niðan vælveltu gerðini, eins hóvliga og farið varð á fjall, vóru mong mál viðgjørd, t. d. um seyð, heiðafugl, støðuna hjá ternuni, náttúruna, ferðavinnuna o.m.a. Komin niðan um Helluliðið, øktist luttakaratalið við tveimum, 11 vælnøgd ferðafólk vóru nú á ferð eftir gomlu torvgøtuni yvir í Góðadal, onkur vóru, sum ikki høvdu hitst fyrr, og er tað altíð hugaligt at heilsa upp á nýggj andlit.
Góðadalur
veitt mikið gagn
Vøddarnir skuldu mýkjast, og sum vera man, tekur hetta sína tíð, tí varð støðgað nakrar ferðir, serstakliga frá niðasta varða og niðan á Rossarygg. Heiðafuglurin er nú meira friðarligur, ungarnir eru floygdir, tó sást einstakt tjaldursparið, einir tveir spógvar lættu sær á, flugu nakrar metrar og settu seg síðan aftur. Láin uppi í Botni, har hevur hon átt í so mong Harrans ár, ríkaði okkum løtuna.
Minnini frá barnaárunum uppi undir Botnsbrúgv, har Malunnar hav lá, fekk onkra hugfarsliga viðgerð.
Umframt allar varðarnar, sum ung í arbeiði saman við Poul Martin á Trønni greiddu so væl úr hondum fyri einum 5-6 árum síðani, hava tey eisini endurreist fleiri kráir, eina á sjálvari Botnsbrúgv og eina longri uppi undir vestara kjálka. Gestirnir vildu vita eitt sindur um báðar teir stóru varðarnar, ið standa á Skarðinum, har er helst ikki meira at siga, enn at fólk hava verið óføra røsk at leggja síni klípi í. Komin niðan á Háls, og undir tær liggur hin væni Góðadalur, sum ígjøgnum øldir hevur veitt íbúgvum á hesum leiðum mikið gagn, torvið, sum her varð skorið til miðskeiðis í fimtiárunum, var hitt besta, eins og seyðurin í dag er sera hagagóður og viðskerar væl.
Hvør man
hava lagt koppin?
Tó ikki er heilt ókeypis at vitja dalin, tað skal orka til, knøini fáa av at vita undan brekkuni, og tungt er at koma niðan á aftur. Men heilt givið er, lønina fært tú afturfyri, hesin stóri og prúði dalurin, vakurleikin og stórbæri. Hevði hann kunnað sagt sína søgu um alt tað lív, sum í øldir hevur verið eyðkenni fyri øll tey fólk, sum her hava virkað.
Rásin oman er bæði breið og góð, tó tykist hon heldur leys í støðum. Reina klára keldan ímillum hamrarnar, har flest øll leska sær á úr fittliga koppinum, sum her hevur ligið í mong ár, kennist eisini eitt sindur duldarfult. Hvør hevur lagt hann, nær, hvussu mong fólk hava leskað sær úr honum osfr.?
Tá komið var oman á slætt ella oman á Regnabrekku, varð hildið suður eftir ímóti Enninum.
Ein hugaligur røktingarmaður kemur sunnanífrá, ivaleyst hevur hann mong áhugamál í haganum í hesum døgum, nú bert er umleið ein mánaður, inntil skurðfjøllini verða gingin. Tað lættir um, um ein hevur gjørt sær tankar, úr hvørjum fylgi brundseyðirnir skulu veljast, og ikki minst, hvør er best egnaður í útsjónd og kropsburði. Eitt stutt prát um dagsins mál, og hann helt síðan leiðina norður eftir.
Frits sigur søgu?
Ein skúgvur lætti sær á og fleyg eystur ímóti Djúpinum, men var skjótur inn aftur, helst hevur hann búleikast á stóru fløtuni í dalinum
Hin dimmgrøni Kálvaslættin beint undir Húsafellinum, var eins vakur hendan dagin og á miðsumri, nógv gras og yðjandi lív, ikki bert seyður, men harur og fuglur, fitt av mýrisnípu við smáum og størri ungum. Tú vart noyddur at sessast og njóta løtuna, matarskjáttan er altíð góð at hava við, ein breyðbiti og drekkamunnur, meðan onkur tekur eina mynd av luttakarunum, hugaligt er at varðveita minnir um eina góða ferð frá einum vøkrum umhvørvi.
Á veg oman á bakkan varð gingið fram við einum blota, sum er umleið 4-6 kvm stórur, har menn ofta hava mist seyð, enntá neyt, í, hann er nú girdur inni.
Niðri á bakkanum sást enn farvegurin av torvskurði, restirnar av rennistronginum og kráum hjá Alexandur á Trønni.
Gingið varð norður eftir bakkanum, men eitt stutt groft æl við frískum loti setti ferð á fólkini.
Komin norður ímóti Dalsá varð turt og gott veður, leitað varð eftir steini, har Hans David Skúli Hansen hevði telgt sítt navn niður í í 1893, hetta staðið er í brekkuni omanvert rættuna, sum eisini fekk vitjan av hesum 11 fólkunum.
Frits visti onkra góða søgu um ein primus, sum enn verður nýttur at kóka við, tá fjallgonga er. Hetta elvdi til, at steðgað varð eina góða løtu, tí fleiri høvdu eitthvørt hugaligt og spennandi at siga frá.
1957 seinasta árið vit skóru torv í Góðadali
Eitt rend oman á Góðadalsgjógv, havi neyvan verið har síðan miðskeiðis í fimtiárunum. Tíðarinnar tonn hevur brýnt alt umhvørvið, trappurnar er nærum burtur, festi til rennistrongin sæst lítið til, atløgubryggjan hevði havt gott av eini hjálpandi hond, tó síggjast enn nakrir kongar á norðaru síðu á gjónni, har einir 3 bátar kundu liggja svínabundnir.
Minnist meg rætt, mundi seinasta árið, vit skóru torv á Góðadali, vera 1957, og hetta árið vóru bert 4 húski eftir, veit ikki um nakar hevur skorið eftir hetta, møguliga Alexandur.
Dagurin er nú so nógv liðin, at skulu vit verða á Skarðinum kl. 16, so er at siga takk fyri ein góðan og hugnaligan dag í einum av okkara stóru og vøkru dølum.
Avgjørt varð at ganga torvgøtuna hjá hellufólki, og tá leivdirnar av kráunum hjá nesmonnum (trøllanesmonnum) fóru afturvið, var stutt norður á Nestanga.
Hugaligur hornblástur
Lættgongt er heim til Hellurnar, sjálvt um niðasti hjalli er heldur brattur, rásin smøl, men góð at ganga eftir. Sera vakurt at líta inn í bygdina, sum í næstum hevur 150 ára føðingardag. Gingið varð eftir gøtuni, niðan við skúlan, tvørtur við Gullbrandshellinum um liða, upp Kleivina og eftir bygdagøtuni, sum nú hevur fingið varðarnar afturgjørdar og harvið fitt av tí arna hugnanum, sum fedrarnir vóru góðir við og røktu.
Komin niðan á sóust fólk koma úr Oyndarfirði, av Hellunum og helst aðra staðni við, til fólkafundin á Skarðinum, sum skuldi setast kl. 16.
Onkur av góðadalsfólkunum var so smátt byrjaður at møðast, men bert heilt fáar minuttir yvir 4 kom hin seinasti á mál, hugaligt var tó at hoyra hornblástur og sang, tá tú komst niðan um Vørðhamar.
Seinasti túrurin í ár
Fuglafjarðar Fornminnisfelag hevur nú í eini 5 ár skipað fyri hesum árliga fundi, helst í fyrru helvt av august. Væl hava fundirnir verið vitjaðir, ynskiligt er tí, at hetta verður eitt framhaldandi tiltak, tí at koma út í náttúruna, út í friðin, síggja vakurleikan, syngja og hoyra vakran tónleik, lýða á hugtakandi røður, frambornar av fólkum við alskni til tað, sum livir og grør. Á hesum sinni varð tað okkara fráfarni kommunulækni Emma Winther, ella bert Emma, sum allir fuglfirðingar nevndu hana. Hon hevði fjakkað frá vegaboganum í Hjarðardali, niðan við heyggjunum, um Neytakonukelduna og á Skarðið. Aftan á haldið oman við Skarðsá, til Fuglafjarðar. Gamaní eru hetta vælkendar leiðir, men tó eitt bragd, tá ein er farin um tey áttati.
Eisini hugleiddu Dávur, sonur Emmu, og Poul Martin á Trønni hendan dagin.
Hornblástrarfelagið í bygdini ríkaði løtuna, eins og undanfarnu ár.
Felagssangurin rørdi sinnið, tí sungið varð av heilum hjarta, tú sást eisini mong av teim, sum syngja við í kórunum í Fuglafirði.
Hetta gjørdist helst hin seinasti túrurin hjá Føroya Fuglafrøðifelag í ár, og vóru luttakararnir vælnøgdir við dagin, og takksamir fyri, at tað eydnaðist at fáa hugnaløtuna á Skarðinum við.
Ditlev Róin