20 ára starvsdagur í Klaksvíkar Kommunu

Ein av kendu andlitunum í býráðsumsitingini í Klaksvík, Sólfríð Olsen, hevði tann 1. otbober 2009 sín 20 ára starvsdag. Í tí sambandi handaði borgarstjórin henni eina gávu sum tøkk.

Sólfríð hevði sín fyrsta starvsdag hjá kommununi 1. oktober 1989, tá ið hon byrjaði sum skrivari hjá borgarstjóranum og býráðsskrivaranum.

Telefonmóttøkan hevur eisini verið ein av hennara uppgávum ein stóran part av teimum 20 árunum, hon higartil hevur starvast hjá kommununi, og mong munnu tey vera í Klaksvíkar Kommunu, sum kennast við ta kláru og vinsælu røddina hjá Sólfríð, tá ið tey hava ringt til býráðsumsitingina.

?Sólfríð er eyðkend av sinum lætta lyndi, positiva hugsunarhátti og praktiska hugburð til sítt arbeiði, og hon hevur tí gjøgnum árini tikið sær av sera nógvum ymiskum uppgávum í sambandi við sítt starv í býráðsumsitingini? skrivar Klaksvíkar Kommuna á heimasíðu sínari,

Í dag umsitur Sólfríð allar lønarútgjaldingar hjá kommununi, umframt at hon saman við øðrum tekur sær av røkt av arkivinum umframt onnur málsøki hjá umsitingini.

Í sambandi við 20 ára starvsdagin handaði borgarstjórin Sólfríð eina gávu og eina heilsan sum tøkk fyri góða tænastu og fyrimyndarligt samstarv í øll hesi ár.