20 umsóknir til stjórastarvið í Føroya Tele

Tað verður helst ein føroyingur, ið tekur við starvinum.

Tað verður helst ein føroyingur, ið 1. november tekur við ein av teimum heilt tungu sessunum í føroyska vinnulívinum, tá Føroya Tele kunngerð hvør verður nýggjur stjóri í Føroya Tele.


Nevndarformaðurin í felagnum, Ómar Svavarsson, upplýsir fyri in.fo, at tjúgu umsøkjarar eru til starvið.


- Vit hava tjúgu umsøkjarar til starvið, harav øll eru føroyingar. Vit eru fegin um bæði talið og fjølbroytni av umsóknum. Umsøkjararnir fevna víða um, tá hugt verður eftir teirra aldri, útbúgvingum, royndum og samfelagsbólkum. Nevndin hevur tó valt ikki at upplýsa býtið av kvinnum og monnum, ið hava søkt starvið.


Tá tjóðarflogfelagið Atlantic Airways fyrr í summar setti ein nýggjan stjóra í starv, valdi nevndin at seta ein persón, ið ikki var millum umsøkjararnar.


Nevndarformaðurin í Føroya Tele útilokar ikki tann møguleikan, men undirstrikar at
nevndin er sera glað fyri tær umsóknirnar, ið eru komnar til starvið.


- Vit eru í løtuni í holt við at gjøgnumganga allar umsóknirnar. Vit hava ikki í huga at seta nakran í starv, ið ikki er millum umsøkjararnar, men man veit aldrin. Vit eru tó sera glað fyri tær umsóknir, ið vit hava fingið.