200+HAM

14 & 15 november. Legandariski íslendski kultbólkurin HAM kemur at vitja vinmenninar 200 – spæla í OY og Listastovuni. 

Tíðindaskriv:

 

Hetta vinalagið hevur verið heilt síðani bólkarnir spældu saman á Norðurbryggjuni fyrst í 00’unum, og samband verið líka síðani. 

 

Seinast spældu bólkarnir saman í Reykjavík í 2023, og á 200-plátuni Reytt Pass frá 2016 var Óttar Proppe frá HAM eisini gestasangari á lagnum “Kristin Dómur”

 

Bólkarnir hava eisini gjørt samrøðu í beinleiðis sjónvarpstíðindasending í RUV, har Niels á góðum íslendskum greiddi frá hvussu tidndingarmikið bjartskygni millum brøðratjóðirnar er. 

 

Nú er tíðin komin til at HAM vitjar 200 í Føroyum. Fyrst í Listastovuni 14. november, og síðani í OY 15. november. 

 

Eftir at 200 góvu út plátuna ‘Reyvheart’, ta sjeyndu í røðini, eru fyrireikingar so smátt í gongd til áttandu plátuna ‘EL OCHO’.

 

HAM hava givið út 8 plátur. Ta fyrstu í 1989, og ta seinastu í 2020, ‘Chromo Sapiens’. 

 

 

 

200/HAM live

 

Listastovan í Miðvági 14/11/25

 

OY í Tórshavn 15/11/25