FaroExpo verður hildið í Ítróttarhøllini í Runavík 25.-27. oktober. Høvuðsendamálið er at varpa ljós á førleikan hjá føroyskum útflutningsfyritøkum mótvegis útlendskum samstarvsfeløgum. Við tónleiki og undirhaldi, sum verðandi ein alt størri partur av heimsbúskapinum, er tað ivaleyst eitt sera náttúrligt stig, at sýna henda partin av okkara tilfeingi fram.
Tað verður spennandi at vita hvussu hetta spælir av. Á North Atlantic Fishfair, varð ein roynd gjørd við livandi tónleiki, men tá klagaðu so nógvir av messuluttakarunum, at konsertin við Fólkayvirlitinum varð stytt.