Í 2030 fer Ford bara at selja el-bilar í Evropa

Fyri at umleggja verksmiðjuna í Køln til størri elektriska framleiðslu ger Ford nú íløgur fyri seks milliardir krónur.

 

Frá 2030 at rokna verður tað ikki gjørligt at keypa ein nýggjan persónbil frá Ford, sum koyrir upp á fossil brennievni, bensin ella diesel.

Síðani skulu allir evropiskir persónbilar frá Ford vera elriknir.

Tað upplýsir Ford í tíðindaskrivi.

Longu frá 2026 fer Ford at bjóða fram allar persónbilarnar í minsta lagi sum hybridbilar í Evropa.

Samstundis fer Ford í Evropa longu í 2024 at bjóða fram allar vørubilarnar í hybridvarint, sum kann koyra uttan útlát.

– Í tí sambandinum verður roknað við, at elbilar og plug-in-hybridbilar fara at vera ein triðingur av vørubilasøluni í 2030, verður upplýst í tíðindaskrivinum.

Fyri at leggja um til meira elektriska framleiðslu hevur Ford samstundis ætlanir um at gera íløgur fyri yvir seks millardir krónur í verksmiðjuna í Køln.

Verksmiðjan í Týsklandi er høvuðssætið hjá Ford í Evropa og er ein av størstu bilverksmiðjum í Evropa.

Íløgan í týsku verksmiðjuna kemur eftir nýggja roknskapin hjá evropisku deildina hjá Ford, sum hevur havt yvirskot.

– Væleydnaða umleggingini hjá okkum hevur givið okkum svørt tøl á botnlinjuna aftur, og vit gleða okkum at næsta lið í umleggingini til eina fult elektrifiseraða framtíð fyri Ford Evropa, sigur Stuart Rowly, stjóri hjá Ford Europa, í tíðindaskrivinum.

Ford er als ikki einasti bilframleiðari, sum er farin at satsa meira upp á framleiðslu av elriknum bilum.

Síðst var tað Jaguar sum fyrr í vikuni kundi siga frá, at teirra bilar vera í elektriskum útgávum í 2025 og frameftir.

Stóri áhugin hjá bilframleiðarum fyri elektriskum bilum skal síggjast í kjalarvørrinum av, at tað kring um í heiminum er politiskur áhugi fyri at fáa fleiri umhvørvisvinarligar bilar á vegirnar.

Løgtingið samtykti í gjár at halda fram við at geva mvg-avsláttur og avgjaldslætta til elbilar í tvey ár afturat, men eisini at lata lætta til hybridbilar og plug-in hybridbilar. Um tvey ár verður sami lætti latil til elbilar og hybridbilar í Føroyum.

Hóast ein meiriluti av tingfólkunum í gjár søgdu seg vera ímóti at lata lætta til hybridbilar, so samtykti Løgtingið tað kortini, tí talan var um eitt samgongumál, søgdu millum annað samgongutingfólkini Johan Dahl, Annika Olsen og Erhard Joensen.

Tann 1. februar vóru 352 akfør í Føroyum, sum er elrikin. Tilsamans vóru tá 40.264 akfør í Føroyum.

/ritzau/