24 tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru 24 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tey 24 smittaðu hava fingið boð. Allar royndirnar, sum vórðu tiknar í gjár, eru ikki greinaðar enn, 186 royndir tiknar í Suðuroy, verða greinaðar seinni í dag.

 

449 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 950 smittað, fýra eru innløgd, og 14 eru deyð við koronu í Føroyum.

 

Hóast talið við smittaðum minkar, so er smittutrýstið hægri. Tað var í gjár  5,4 prosent í mun til 4,3 prosent fyrradagin.

 

Miðaltalið av smittaðum seinastu sjey dagarnar er eisini hægri. Tað er nú 136 í mun til 133 fyrradagin.