25 ár síðani seinasta meistaraheiti hjá Liverpool

Tað var mikukvøldið 28. apríl í 1990, at Liverpool tryggjaði sær sítt higartil seinasta meistaraheiti

Mikukvøldið 28. apríl í 1990 vann Liverpool 2-1 á Queens Park Rangers á Anfield leikvøllinum í Liverpool. Hetta tryggjaði Liverpool FC meistaraheiti nummar 18 í enskum fótbólti.

Liverpool vann millum 1964 og 1990 heili 13 meistaraheiti, og eingin, hvørki Liverpool fjepparar ella fjepparar hjá øðrum liðum høvdu í 1990 ímynda sær, at hetta fór at verða tað seinasta meistaraheiti hjá Liverpool í heili 25 ár.

Hesi 25 árini hevur Manchester United vunnið meistaraheiti 13 ferðir, Arsenal 4 ferðir, Chelsea 3 ferðir (verður helst 4 fyrsta dagin), Manchester City 2 ferðir, og Blackburn Rovers og Leeds United hava vunnið meistaraheiti eina ferð í part hesa undanfarnu fjórðingsøldina.