30.000 lýddu á Gunnar og Guðrun

Gunnar Mikkelsen og Guðrun Sólja Jacobsen høvdu fríggjakvøldið heiðurin av at byrja konsertrøðina í Tivoli, sum verður hvørt fríggjakvøld fram til 19. september. Yvir 30.000 fólk høvdu leitað sær í Tivoli hetta kvøldið

Tivoli, Keypmannahavn: Fríggjakvøldið var tann fyrsta konsertin av 21. sum Tivoli í Keypmannahavn skipar fyri hvørt fríggjakvøld fram til 19. september.
Hetta er áttanda árið á rað, at skipað verður fyri sokallaðum fredagsrock- konsertum, og fyrstur á pallin var Gunnar Mikkelsen ? hálvi føroyingurin, sum vann seinastu Stjerne for en aften-kappingina hjá Danmarks Radio.
Fyrsta konsertin var ein serlig »Stjerne for en aften« konsert við fleiri luttakarum frá stjørnukappingunum. Eftir Gunnar kom Guðrun Sólja Jacobsen á pallin og henni næstur var Jakob Andersen.
Har var mikil fagnaður ? og har vóru yvir 30.000 fólk og lýddu á hetta kvøldið.
? Hetta var sera stórsligið og ein tann størsta konsertin, eg havi verið við til, segði Guðrun, tá vit hittu hana back stage eftir konsertina.
Gunnar Mikkelsen var eisini fegin um konsertina, hóast onkur kiksari var, tá hann skuldi trína á pallin ? eitt nú var eingin gittar at spæla uppá, tí helt hann kanska, at hann hevði virkað heldur fjálturstungin, men hetta var ikki tað, sum áskoðarin legði til merkis.
Gunnar er rættuliga komin í eldin eftir at hava vunnið seinastu stjørnukappingina. Hann var tá farin til Kanada, har hann arbeiddi á einum bóndagarði, men kom so heim aftur til Danmarkar og gjørdist verulig stjørna. Seinni í ár kemur Gunnar út við fløgu.
Tað eru annars ikki hissini nøvn, ið verða at hoyra á hesum fríggjadagskonsertunum á plenuni í Tivoli. Úr rúgvuni kunnu vit nevna Suzi Quatro, TV-2, The Cardigans, Dodo And The Dodos, Kim Larsen & Kjukken, Lisa Ekdahl, Shu-bi-dua, Eran DD, Jokeren o. fl