3D sýningar í Havnar Bio

Havnar Bio fer nú undir at vísa filmar í 3D.

Nýggir talgildir framvísarar og nýtt lørift verða nú uppsett í stóra salinum,

soleiðis at hesin kann vísa filmar í 3D. Somuleiðis verða nýggir framvísarar eisini

uppsettir í minna salinum um stutta tíð.

Fyrsta sýningin verður í morgin, hósdagin, kl. 16.00, við filminum Sådan Træner Du

Din Drage. Seinni í morgin verður filmurin Clash Of The Titans eisini vístur í 3D.

Havnar Bio hevur eisini fingið filmin Avatar aftur til Føroya í 3D. Avatar 3D byrjar 15. apríl.

Skráin sæst á heimasíðuni hjá Havnar Bio á www.bio.fo, har tú eisini kanst keypa

atgongumerkir beinleiðis á netinum.

3D brillur eru íroknaðar í atgongumerkjakostnaðinum.