Verdens Gang veit í morgun at siga, at talið av deyðum í stórkavanum í Japan nú er komið upp á 46.
- Harumframt hava 558 fólk fingið løstir í samband við nógva kavan, vísa tøl hjá japanskum myndugleikum.
Sagt verður, at tað serliga er har norðuri í Japan og á vestursíðuni av landinum, at nógvur kavi er lagstur.
Verdens Gang veit at siga, at fleiri deyðsføll hava verið, tá stórar nøgdir av kava eru dotnar niður av tøkum og niðuryvir fólk á gøtuni.
Men, onkrar deyðsvanlukkur hava eisini verið í øðrum sambandi í stórkavanum.
Hetta siga løgregla og lokalir myndugleikar í Japan, og tað er Verdens Gang, sum endurgevur.
Japanska veðurstovan veit at siga, at í Aomori, sum liggur norðanfyri størstu oynna, Honshu, hevur kavin verið upp í 1,3 metrar høgur.










