Fiskidagar
Í dag leggur vinnunevnd løgtingsins seinastu hon á sítt arbeiði um fiskidagar fyri næsta fiskiár, sum byrjar 1. september.
Forkvinnan í nevndini er Katrin Dahl Jakobsen, og hon var á veg á vinnunevndarfund, tá vit høvdu hana í telefonini í morgun.
5% niðurskurður
Einki bendir á, at tað verður ein samd vinnunevnd, sum leggur fram álit í morgin.
- Eg vænti, at meirilutin í nevndini, sum er umboðini fyri samgonguflokkarnar, fer at fylgja uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, tó við nøkrum viðmerkingum um fiskiveiðiskipanina.
Katrin Dahl Jakobsen væntar ikki, at semja fæst um eitt álit, men vísir á, at umboðini hjá stóra andstøðuflokkinum Tjóðveldi væntandi fara at halda seg til tilmælið hjá Havstovuni um 50% skerjing av fiskidøgum hjá skipum og bátum, sum fiska tosk og hýsu og 20% skerjing av upsaveiðini við troli.
- Útgangsstøðið hjá landsstýrismanninum var, at ongar skerjingar skuldu vera í fiskidøgum fyri komandi fiskiár, men í sínum uppskoti til løgtingið skeyt hann tó upp, at fiskidagarnir í øllum bólkum skulu skerjast við 5%, samstundis sum hann mælti til ávísar økisfriðingar fyri trolveiði. Uppskotnu friðingarnar eru í ein útnyrðing úr Mykinesi og í ein landnyrðing úr Fugloyarbankanum – í báðum føri er talan um friðingar, sum skulu verja smáan upsa og smáfisk annars.
Katrin sigur, at sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum halda friðingarnar av Føroyabanka fram, samstundis sum vinnulig fiskiveiða ikki verður loyvd nærri enn ein fjórðing úr landi – fyribils í eitt ár.
- Eisini skulu línuskip, sum áður høvdu loyvi at veiða inn á 6 fjórðingar úr landi, nú út um 7,5 fjórðingar. Aftrat hesum skulu meskarnir í hjáveiðiposanum hjá trolbátum, sum royna á landleiðini, veksast úr 1,80 mm. upp í 2,50 mm.
Sum skilst á forkvinnuni í vinnunevnd løgtingsins, fer meirilutin í nevndini at mæla løgtinginum til at samtykkja hesar broytingar, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur skotið upp fyri løgtinginum.
Ótryggleiki
Katrin Dahl Olsen skilir væl, at føroyski fiskiskipaflotin, sum er undir fiskidagaskipanini, seinastu árini hevur kent ein ótryggleika, tí fyritreytirnar undir teirra vinnu alla tíðina vera broyttar.
Hetta fer meirilutin vinnunevndini eisini at gera sínar viðmerkingar til í álitinum til løgtingið.
- Vinnupolitiskt eru nógvar broytingar gjørdar í fiskiveiðiskipanini, sum á ymiskan hátt hava ávirkað grundarlagið undir skipanini – og grundarlagið hjá okkara fiskiskipaflota. Vinnan sjálv hevur ikki skyld í hesum, og hon hevur krav upp á at vita, hvørjar fyritreytirnar eru upp á longri sikt
Forkvinnan í vinnunevndini heldur, at skipa-og útróðrarflotin, sum er undir fiskidagaskipanini, ikki framhaldandi skal noyðast at liva í hesi óvissu og hesum ótryggleika um, hvussu grundarlagið nú sær út, tá fiskidagar skulu ásetast einaferð um árið.
Eftirmeting
- Vit mugu bara ásanna, sigur Katrin Dahl Jakobsen, at nógvar broytingar eru gjørdar í hesi skipan, sum á ymiskan hátt hava ávirkað veiði og veiðitrýst. Eg haldi tí, at Havstova, vinna og fiskivinnuumsiting áttu at sett seg niður saman og hugt upp á, hvussu fiskiflotin sær út í mun til, tá fiskidagaskipanin varð sett í verk. Tá hevði eisini verið høvi at hugt upp á útrokningar og grundarlag undir skipanini av nýggjum, so fiskiskipavinnan aftur kann gerast trygg.
Hon vísir í hesum sambandi á, at Felagið Línuskip áður hevur ávarað ímóti, at fleiri línuskip eru komin inn í flotan aftrat teimum, sum undan vóru.
- Tað vísir seg eisini, at tað serliga er hesin skipabólkur, sum í dag er í stórum trupulleikum, sigur Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevnd løgtingsins.
Tá álitini hjá vinnunevndini verða løgd fram í morgin, fer Sosialurin eisini at hyggja neyvari eftir, hvørji tilmælini hjá andstøðuumboðunum eru.