50 ár síðani Nadia Comăneci skrivaði OL søgu

Í dag, 18. juli 2026, eru júst 50 ár liðin, síðani Nadia Comăneci skrivaði ítróttarsøgu á OL í Montreal.

Tann 18. juli 1976 gjørdist hon fyrsti fimleikarin nakrantíð, sum fekk 10,0 í olympiskum fimleiki. Talvan var ikki ein gong gjørd til at vísa 10,00 og vísti tí 1.00, tí eingin hevði roknað við einum fullkomnum úrsliti.

 

Hon var bert 14 ára gomul, tá hon vann heili trý gullheiðursmerki, eitt silvur og eitt bronsumerki á OL í Montreal.

 

Á teimum olympisku leikunum fekk hon sjey ferðir hægsta karakterin 10,0.

 

Hon er í dag 64 ára gomul og býr í USA saman við manninum, fyrrverandi amerikanska olympiska gullvinnaranum Bart Conner. Tey hátíðarhildu í vár 30 ára hjúnalag. Tey eiga sonin Dylan, sum er føddur í 2006.

 

Hon arbeiðir framvegis sum sendikvinna fyri ítrótt og børn, luttekur javnan á altjóða tiltøkum og er ein av kendastu fyrrverandi olympisku ítróttarfólkunum í heiminum.

 

Í Rumenia er 2026 lýst sum “Árið hjá Nadiu”, har ein røð av framsýningum, kappingum og mentanarligum tiltøkum minna á 50 ára dagin fyri hennara søguliga avrik. Í vikuni lat millum annað upp ein serlig framsýning við heiðursmerkjum, myndum og øðrum lutum úr hennara yrkisleið.

 

Nadia Comăneci verður framvegis mett sum ein av størstu olympisku ítróttarfólkunum nakrantíð. Hennara fullkomna 10-tal broytti ikki bara fimleik, men alla fatanina av, hvat var møguligt í olympiskum ítrótti.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##