55.000 krónur í gávu

– Hetta er hjartanemandi og ógvuliga stórt og fer at hjálpa okkum væl við okkara virksemi, siga tey úr "Renn fyri lívi"

Á samkomu í Sørvági hevur átakið ”Renn fyri lívi” fingið eina stóra gávu frá ítróttarfelagnum í Sørvági, SÍ.

– Herfyri var stórsteypadystur í høllini á Giljanesi, og tá var støða tikin til at lata okkum allan vinningin av degnum. Úrslitið av hesum degi var 55.000 krónur, siga oddafólkini í "Renn fyri lívi", sum er ein app, sum hjálpir við fyrstuhjálp.

– Hetta er hjartanemandi og ógvuliga stórt og fer at hjálpa okkum væl við okkara virksemi, siga tey

– Vit vilja siga eina hjartans tøkk til nevnd og SÍ fyri hesa gávu. Í dag er ein gleðiligur dagur fyri okkum. Sørvágs ítróttarfelag hevur hjarta á røttum stað, siga tey.

Stigtakararnir til “Renn fyri lívi” eru Ragnar Jacobsen, ambulansa viðgerði, Sólfríð Fjallsbak, lækni, Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari og Hans Jákup Wang Jacobsen, formaður fyri Vága Bjargingarfelag.

Les meira um "Renn fyri lívi" HER.