55 ára gamal japanari yrkisleikari í portugisisku 2. deild

55 ára gamli Kazuyoshi Miura er elsti yrkisleikarin í søguni

Ymiskt er hvussu menniskju eldast.

 

Men ein sum ber seg betri enn tey flestu er 55 ára gamli japanski fótbóltsleikarin, Kazuyoshi Miura.

 

Miura er hóast sín ógvuliga høga fótbóltsaldur yrkisleikari í næstbestu portugisisku fótbóltsdeildini, har hann hevur sáttmála við Oliveirense.

 

Tá Miura rundaði tey 54 árini gjørdist hann elsti professionelli fótbóltsleikarin í søguni.

 

Í 2017 gjørdist Miura sum 50 ára gamal elsti professionelli fótbóltsleikarin, ið skoraði eitt mál í einum almennum dysti.

 

Miura fekk sín fyrsta yrkissáttmála í Brasil í tí Harrans ári 1982.

 

Kazuyoshi Miura spældi við japanska landsliðnum millum 1990 og 2000. Hann hevur ikki fingið landsliðsboð farnu 23 árini.

 

Japanarar eta nógvan sjómat, og helst er tað ein orsøk til, at Kazuyoshi Miura megnar at spæla á einum so høgum støði, 55 ára gamal.