59 børn í 1. flokk í Suðuroynni í dag

Í teimum fimm fólkaskúlunum í Suðuroynni ganga tilsamans 578 børn. Vágs Skúli er størstur við 221 børnum.

Mynd: Vágs skúli

Í dag byrjaðu 17 fittir og spentir næmingar í 1. flokki í Vágs skúla. (Myndin)

Skúlastjórin bjóðaði teimum og foreldrum teirra vælkomnum í auluni, og síðani var farið við lærarunum inn í nýggja flokshølið, ið stóð pyntað til høvið, skrivar Vágs skúli.

 

Suðurrás veit at siga, at í Suðuroynni fóru 59 børn í 1. flokk í dag.

 

Suðurrás veit eisini at siga, at í teimum fimm fólkaskúlunum í Suðuroynni ganga tað tilsamans 578 børn. Vágs Skúli er størstur við 221 børnum. Í Tvøroyrar skúla ganga 216 børn. Í Hvalbiar skúla eru tað 77 børn. Í Sumbiar skúla 32 børn og tað gera tað eisini í Porkeris skúla.

 

Mynd: Vágs skúli