Hvørki maltesiska liðið, Hamrun Spartan ella slovenska liðið, FC Koper lurtaði eftir góðu og vinarligu ráðunum hjá NSÍ í fyrsta og øðrum undanumfarinum í Conference League.
NSÍ heitti á mótstøðulið síni um at koma til Føroya í góðari tíð, og helst brúka eitt flogfelag, ið aloftast megnar at lenda vesturi í Vágum.
Men hvørki Hamrun ella Koper lurtaðu eftir góðu ráðunum og áminningunum, og tað mundi gingið galið við at halda tíðini til dystirnar. Hepnið vilda tað soleiðis, at tað gekk akkurát at fáa leikararnar til Føroya, og at fáa dystirnar spældar til ásettu tíðina.
KÍ hevur givið somu góðu og vinarligu ráð til Lech Poznan, men teir hava ikki lært av mistøkunum hjá Hamrun og Koper.
Nú standa teir fastir á flogvøllinum í Poznan, og kunnu í besta føri flúgva tíðliga í morgin. Áminningarnar frá KÍ um at ferðast til Føroyar í góðari tíð rinu ikki við hjá Niels Frederiksen og hansara monnum.
Tummas Lervig formaður í KÍ segði í samrøðu við KVF fyrr í kvøld, at Lech Poznan hevur borið fram ynskið, at dysturin millum KÍ og Lech Poznan verður fluttur til fríggjadagin. Tummas staðfestir, at tað er nakað sum gongur illa upp við trongu dystarskránni hjá KÍ, har dystir í Meistaradeildini eisini eru á skránni.
Dysturin millum KÍ og Lech Poznan í triðja undanumfarinum í Europa League stendur til at byrja á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 18.30. Fyrri dysturin í Poznan endaði við 1-0 sigri til pólska liðið.











