Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, heldur, at fiskavirkisskipanin og aðrar stuðulsskipanir skeikla arbeiðsmarknaðin og eiga at verða tiknar av.

Skeiklandi stuðulsskipanir eiga at verða tiknar av

Alistjóri: – Eg haldi ikki, vit eiga at brúka pengar upp á at halda arbeiðsfólk føst á ali- og fiskavirkjum

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, heldur, at fiskavirkisskipanin og aðrar stuðulsskipanir skeikla arbeiðsmarknaðin og eiga at verða tiknar av.

Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, í samrøðu við Frihedsbrevet.

 

Stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, heldur, at fleiri almennar stuðulsskipanir skeikla føroyska arbeiðsmarknaðin og eiga at verða tiknar av.

 

Í samrøðuni við Frihedsbrevet nevnir hann serliga fiskavirkisskipanina, sum í fleiri ár hevur verið fyri hørðum atfinningum frá bæði ALS og Búskaparráðnum.

 

– Eg haldi, at hetta er ein avoldað skipan. Ein rest av einum planbúskapi frá einari farnari tíð. Tað eru nakrar ónollur eftir, og hatta er ein av teimum. Eg haldi ikki, vit eiga at brúka pengar upp á at halda arbeiðsfólk føst á ali- og fiskavirkjum, sigur Atli Gregersen.

 

Sambært honum manglar arbeiðsmegi í Føroyum, og tí er tað ikki skilagott, at almennar skipanir halda fólki føstum í eini vinnu, tá einki arbeiði er.

 

Atli Gregersen heldur ikki, at fiskavirkisskipanin er tann einasta skipanin, sum eigur at verða tikin av.

 

– Tað eru nakrar skipanir eftir, sum áttu at verið tiknar av. Til dømis skattalættin til sjófólk, skattafyrimunir til tey, sum arbeiða uttanlands, og FAS-skipanin, tá hon verður brúkt til alivinnuna, sigur hann.

 

Sambært stjóranum eigur tað at vera uppgávan hjá einstøku fyritøkunum at finna loysnir, tá arbeiðið svíkur.

 

– Um tú ikki hevur arbeiði til fólkið ávísar dagar, so mást tú antin løna teimum upp á ein annan máta ella finna onnur ráð. Eg haldi ikki, tað er rætt, at ein annar skal rinda fyri títt virki, sigur Atli Gregersen.

 

Hann vísir á, at ALS er ein sosial skipan, sum eigur at lofta teimum, sum koma í arbeiðsloysi, men ikki at geva ávísum vinnugreinum serligar fyrimunir.

 

– At ávís virki skulu fáa meira burtur úr skipanini enn onnur, tað er ikki rætt, sigur Atli Gregersen.

 

 

 

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, heldur, at fiskavirkisskipanin og aðrar stuðulsskipanir skeikla arbeiðsmarknaðin og eiga at verða tiknar av.