Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag leygardagin varð árliga Veðurlagsvirðislønin handað.
Skúlablaðið skrivar m.a. soleiðis:
Vágs skúli hevur arbeitt við at styrkja fatanina hjá næmingunum av plastdálking og burðardygd gjøgnum praktiska, kannandi og skapandi undirvísing. Hetta er gjørt við støði í nærumhvørvinum í Vági, so næmingarnir fáa innlit í, hvat teir sjálvir kunnu gera fyri at gera mun.
Sjeynda Veðurlagsvirðislønin hjá Føroya Lærarafelag fer til Vágs skúla.
Verkætlanin, sum Vágs skúli hevur verið í holt við, er eitt tvørfakligt skeið frá januar til juni í lærugreinini handaverki og list í sætta flokki. Íblástur hava tey fingið frá eitt nú hentleikum í Fab Lab. Elin Tausen og Tina Grønbech hava undirvíst næmingunum.
Á aðalfundinum leygardagin á Hotel Føroyum tóku umboð fyri Vágs skúla ímóti virðislønini.
In.fo hevur nú fingið mynd av vinnandi flokkinum. Á myndini sæst 6. flokkur í Vágs skúla við virðislønini, ið er 25.000 krónur.









