60?ara - 70?ara dansur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Tíðindaskriv

Komandi vikuskifti verður stórt dansitiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað eru tey gomlu, kendu bygdaorkestrini: Silly Boys, Absurdy Fair og tað nýggjara Atlas, ið spæla upp til góðan dans. Og spælararnir siga, at sjálvt um tað er tónleikur frá 60?unum og 70?unum, ið teir spæla, so er tað eisini góður dansimusikkur fyri yngru ættarliðini.
Fleiri tiltøk hava nú verið í Mentanarhúsinum, síðani tað var tikið í nýtslu, og fólk lata sera væl at, bæði tey, ið framføra tónleik og sang - og tey, ið eru áhoyrarar - ella gestir til tiltøk so sum til dans.
Leiðslan í húsinum leggur dent á, at skil er í. M.a. er útskeinking sjálvsagt bert til fólk yvir 18 ár - og tað ber ikki til at fara út um barrina við tí, tú hevur keypt tær. Soleiðis verður forðað fyri, at nakar kann keypa fyri onnur.
Tað verður eisini ansað væl eftir, at ikki fleiri koma inn, enn loyvt er, og tí er avmarkað atgongd, so tey, sum fegin vilja í dans annað ella bæði kvøldini, mugu tryggja sær atgongu-merki í góðari tíð.
Atgongumerki í forsølu fáast á Kunningarstovuni í Tórshavn, í Kiosk Vár í Runavík, á Shellstøðini í Gøtudali og hjá Haraldsen í Fuglafirði.
Matstovan í Mentanarhúsinum er opin frá kl. 19.00 - og tað ber til at bíleggja borð á tlf. 224253.
Í samband við dansin koyra bussar úr Steinatúni í Havn kl. 22.30, av Strondum kl. 22.30 - og av Toftum kl. 22.30. Tekning á tlf. 223311.
Tað er Fuglafjarðar Hornorkestur, sum stendur fyri hesum tiltaki. Ein plakat varð gjørd og er hon hongd upp nógva staðni runt um í landinum. Á plakatuni eru ikki færri enn 18 lokal virkir, ið stuðla við ávísari peningaupphædd. Hornorkestrið nýtir høvið her at takka øllum stuðlunum so hjartaliga.
Eitt møguligt yvirskot av tiltakinum vil orkestrið nýta til innkeyp av ljóðførum, har málið er, at allir spælarar innan langt um líðir, sita við nýggjum ljóðførum, sigur
Fuglafjarðar hornorkestur í tíðindaskrivi.