60 ára hald um mannarættindi

Tann 10. desember fyllir heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi 60 ár. Í hesum sambandi skipar Amnesty International Føroya Deild fyri hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum Ein røð av okkara navnframastu tónleikarum luttaka. Nøvnini verða: Guðrið Hansdóttir, Lena Anderssen, the Ghost og ORKA.

Sjónleikarar fara at seta sín dám á tiltakið.

Listarmenninir úr Scrub Art vera eisini við til at gera tiltakið til nakað heilt serligt við at prýða Norðurlandahúsið við list, sum er gjørd til høvið.

Konsertin er liður í heimsumfatandi tónleikalistarliga tiltakinum Small Places Tour, sum Amnesty skipar fyri í sambandi við 60 ára hátíðarhaldið. Talan er um 850 konsertir í 53 ymiskum londum í tíðarskeiðnum 10. september til 10. desember. Millum luttakararnar í Small Places Tour eru víðagitnir tónleikarar sum R.E.M., U2 og Peter Gabriel.

Hátíðarhaldið byrjar klokkan 20, og kostnaðurin er 150 kr. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo, og í kunningarstovunum kring landið.