Seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið í Føroyum er 2,2 prosent. Tað er tað sama, tað hevur verið allan vetur.
Í tali vóru tað 610 fulltíðararbeiðsleysir persónar í mars í ár, tað eru 57 færri enn sama mánað í fjør.
Munurin millum kynini er minkaður eitt vet, og nú eru 1,9% hjá monnum og 2,5% hjá kvinnum arbeiðsleys.
Tá arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, og lutfalsliga er munurin heldur vaksin síðstu tvey árini – tó síðani ársskiftið hevur verið øðrvísi: her er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 niður í 2,5%, meðan tað er vaksið hjá monnum úr 1,7 upp í 1,9%.