Nordin Manai fekk eina ótespiliga uppringing í morgun um innbrot í matstað hansara Marco Polo. Enn er ikki alt uppgjørt, men Nordin metir, at umleið 70.000 krónur eru stolnar. - Eg varð uppringdur í mogun, og tá eg kom oman á Marco Polo sá eg, at hurðin var opin og at rúturin við síðuna av var brotin, sigur Nordin Manai.
Tjóvarnir hava verið væl fyrireikaðir, og sambært Nordin Manai eisini staðkendir.
- Teir hava verið í kjallaranum eftir forleingjara og vinkulslípara at skera lásið á pengaskápinum upp við. Teir hava vitað, hvar lyklar og pengaskáp eru, sigur Nordin Manai.
Innbrotið er framt í nátt, og tá Portalurin tosaði við Nordin Manai um 10.30 tíðina, var løgreglan framvegis á staðnum og gjørdi tekniskar kanningar.
Matstovueigarin hevði ikki fingið greiði á, um annað var stolið enn pengarnir í pegnaskápinum, men tað er eisini ivaleysa stórur stuldur. Sambært Nordin Manai eru tjóvarnir farnir avstað við umleið 70.000 krónum, sum var inntøkan frá vikuskiftinum umframt vekslipengar.
Nordin Manai bíðar so eftir, at løgreglan skal gera sínar kanningar lidnar.